? Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F hevði eitt úrslit áðrenn skatt á 2.417 tkr. og eitt úrslit eftir skatt á 1.948 tkr. Hetta svarar til eina renting av eginpeninginum á 17%. Tá hugsað verður um, at felagið framvegis nýtir orku og pening uppá at menna nýggj virkisøki, er úrslitið nøktandi.
Hetta sigur stjórin í Kaupthing, Peter Holm.
Úrslitið av fíggjarpostum gjørdist 11.915 tkr. Hetta er ein hækking á 28% í mun til 2002. Samlaðu útreiðslurnar vóru 9.402 tkr, og svarar tað eina hækking á 1,7% í mun til 2002.
Fíggjarstøðan javnvigar við 15.061 tkr. Eginognin var við ársenda 2003 13.379 tkr. og solvensurin var 92% í mun til minstakravið á 8%.
Gongdin á virðisbrævamarknaðunum var í 2003 munandi lagaligari enn undanfarnu árini. Partabrøv hækkaðu sum heild munandi, meðan lánsbrøv stóðu seg lutfalsliga væl. Í farna árinum er kappingin um ognarrøkt harðnað, og sæst hetta partvíst aftur í lækkandi inntøkum á økinum. Hóast tað harðnaðu kappingina hevur Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F hildið tørn, tá talan er um samlaðu ognirnar undir umsiting. Í miðal umsat Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F ognir svarandi til umleið 1,1 milliard kr í 2003.
Vinnutænastur vóru í 2003 eitt munandi virkisøki hjá Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F. Felagið hevur í árinum fyriskipað kapitalhækkingar fyri føroysk feløg og hevur verið ráðgevi í sambandi við størri ný- og umfíggingar hjá føroyskum fyritøkum. Umframt hetta hevur felagið eisini verið ráðgevi hjá bæði føroyskum og útlendskum feløgum í sambandi við keyp av ognarlutum í øðrum felagi.
Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F tók í 2003 stig til at seta á stovn P/F Fastogn. P/F Fastogn hevur sum endamál at keypa, reka og útleiga fastognir í Føroyum.