Í gjár lótu dyrnar upp til størstu donsku bilaframsýningina ?Biler i Bella? í Bella Centrinum á Amager. Á framsýningini er alt frá teimum nýggjastu og kvikastu sportbilunum til praktiskar familjubilar, umframt at motorsúkklur nú eisini verða sýndar fram fyri fyrstu í Biler i Bella.
Nógvar nýggjheitir eru á framsýningini sum t.d. ein spildurnýggjur Audi A1 og ein nýggjur Opel Meriva umframt at fleiri av bilmodellunum hava fingið eina sonevnda facelift. Tað sum eisini eyðkennir framsýningina eru el- og hybridilar.
Nógv verður eisini gjørt burturúr danska supersportbilinum Zenvo. Sum verður presenteraður á framsýningini.
Á framsýningini eru yvir 150 framsýnarar, 42 bilmerkir við nógvum ymiskum modellum. Fyrireikararnir siga, at hesar báðar dagarnar hevur framsýning verið sera væl vitjað. Bilar í Bella er opin til og við sunnudagin 21. mars.
Bilredaktiónin hjá Sosialinum og Rás2 eru við á framsýningini og fara at koma við fleiri tíðinum frá Bella Centrinum á Amager.










