Nú koyrir ferðslan aftur

Sera hált var í morgun, og eina løtu stóð ferðslan suðureftir mestsum still í Norðskálatunnilinum og oman móti rundkoyringini omanfyri Norðskála Fyrr ímorgun frætti portalurin at ferðslan næstan var steðgað upp við Norðskálatunnilinum. Orsøkin var, at sera hált var í brekkuni frá tunnilsmunnanum omanfyri Norðskála og oman til rundkoyringina.

Nú frættist tó at ferðslan er komin í rættlag aftur, og at hon gongur smidliga.

Landsverk hevur saltað vegin har í morgun.

Trupulleikin var helst, sum tíverri vanligt er, at hálkan kom óvart á bæði fólk og Landsverk, og at rættiliga nógvir bilar koyra við niðurslitnum summardekkum.

Í morgin eru nógv fólk, ið helst eru komin nakað seint til arbeiðis, tí ferðslan er stór gjøgnum tunnilin um morgnarnar, og nógvir bilar koyra til Havnar hvønn morgun.