Nú koyra eingir bussar

Strandferðslan hevur fyri løtu síðani boðað frá, at eisini bussleiðirnar til Sørvágs, Vestmanna og Gomlurætt eru givnir at koyra.

 

Tískil koyra eingir bussar hjá Strandfaraskipum Landsins í dag.

 

Harumframt er eingin sigling út í smærru oyggjarnar, hvørki Nólsoyar, Skúgvoy, Fugloy, Svínoy ella Hest.

 

Tað er øgiliga nógvur vindur um alt landið, til dømis er ódn um Norðradalsskarð og upp í 50 m/s í hvirlunum.