Heilt til fyri tveimum árum síðani hevur tað verið ókeypis hjá føroyingum at havt postboks. Bæði hjá privatpersónum og vinnuvirkjum. Fyri tveimum árum síðani gjørdi Postverkið so av, at áseta eitt gjald fyri postboksir hjá vinnuvirkjum, áljóðandi 150 krónur um árið, meðan tað framvegis var ókeypis hjá privatpersónum at hava postboks. Nú hevur Postverkið gjørt av at áseta eitt gjald á 50 krónur fyri privatar boksir, meðan boksirnar hjá virkjum hækka til 200 krónur um árið.
? Vit hava avgjørt, at áseta eitt gjald fyri postboksirnar, tí tænastan er hægri, tá tú hevur boks enn tá tú fært postin útbornan, sigur Bergur í Garði, stjóri á Postverki Føroya.
? Føroyar liggja framvegis í tí lægra endanum, tá tosað verður um kostnað fyri boksir. Í øðrum londum kann tað vera rættiliga dýrt hava eina postboks. Í londunum rundan um okkum kostar tað 2-300 krónur fyri eina boks.
Bergur í Garði sigur, at hetta er ein liður í at taka eitt gjald fyri allar tær tænastur Postverkið letur. Allur posturin í miðstaðarøkinum er sorteraður longu um kvøldið, soleiðis at fáast kann fatur á honum longu um kvøldið, meðan um tú skalt hava postin útbornan, fært tú hann ikki fyrr enn dagin eftir.
Tó heldur postverksstjórin ikki, at hetta fer at kosta teimum postbokskundar.
? Tað kann vera, at vit missa onkrar einstakar postboksir, ið ikki verða nýttar nakað serligt, men eg trúgvi ikki, at tann privati kundin fer at nokta at gjalda 50 krónur um árið fyri postboksina, sigur Bergur í Garði.
At fáa postin útbornan er framvegis ókeypis, og ætlanir eru ikki um at áleggja nakað gjald fyri hetta í framtíðini.









