Nú koma tær í metbókina

Wivika og Sheila Tjaldrastein Strøm av Tvøroyri koma nú í Børnenes Rekordbog 2004 sum systkin við síðasta hárinum. Leygardagin verður stór útgávusamkoma á Experimentariet í Keypmannahavn, har tær verða hjástaddar, og fjølmiðlar vísa tiltakinum ans og eisini fólkatingslimir eru til staðar

Sosialurin hevur áður nevnt systrarnar báðar av Tvøroyri, sum hava so ómetaliga sítt hár. Og nú eru tær eisini nevndar í metbókum.
                      Hósdagin fóru tær við Atlantic til Keypmannahavnar fyri at taka lut í samkomu í samband við, at Børnenes Rekordbog 2004 kemur út.
                      Sheila og Wivika Tjaldrastein Strøm hava nevniliga fingið pláss í metbókini sum systkin við síðasta hárinum. Samkoman verður 1/11-03 í Experimentariet í Keypmannahvn.
 
Stórur áhugi
Útgávudagurin er vanliga ein dagur, ið vekir ans, og fjølmiðlar hava fólk á staðnum. Í ár verður eisini fólkatingslimurin Anne-Marie Meldgård til staðar og leiðsluumboð fyri forlagið Aschehougs.
                      Tað var elsta systirin, sum býr í Danmark, sum sendi myndir inn av systrunum. Sjálv hevur hon eisini havt sera langt hár. Siður hevur verið millum systrarnar í familjuni, at hárið verður ikki klipt, fyrr enn farið er um fermingaraldur. Hesum greiddu vit nærri frá í greinini um systrarnar, sum vit prentaðu fyrr í ár.
                      Á samkomuni leygardagin fara systrarnar at hava ein bás har, tær vísa myndir og annars heilsa teimum, ið vilja skoða hárið. Eisini verður hárlongdin máld av serkønum.
                     
Spentar
-         Jú, vit eru øll sera spent. Og vit fegnast um tann stuðul, vit hava fingið. Tvøroyrar Kommuna hevur stuðlað við flogferðaseðlum og Atlantic Airways hevur givið avsláttur. Strandferðaslan gevur frítt at fara allan vegin vestur í Vágarnar og eisini heimaftur, sigur Eyðbjørg Tjaldrastein, ið er mamma genturnar.
Eisini familjan hevur stuðlað og ommurnar hava verið í taskuni. Hóast okkurt nei, so fegnast familjan um tann stuðul, ið er veittur teimum, so tað ber teimum til at vera við til stóra tiltakið í Experimentarium í Keypmannahavn leygardagin.
                Eftir útgávuna av bókini og samkomuna leygardagin, liggur leiðin heimaftur til Føroya mánadagin og óivað hava tær tá Børnenes Rekordbog fyri 2004 við í viðførinum.