Nú koma rokningarnar

Sirið Stenberg, Tjóveldi
----
Tað er ikki altíð gott at fáa rætt. Undir viðgerðini av flatskattauppskotinum og at forskatta penjónirnar bleiv fleiri ferðir ført fram, at rokningin fyri hetta fór at koma. Víst bleiv á, at tá ið man soleiðis brúkar peningin hjá komandi ættarliðum, so fóru vit at koma í trupulleikar. Millum annað fóru broytingar í fólkasamansetingini at viðføra øktar útreiðslur á eldraøkinum. Vit vóru nøkur sum óttaðust at brúkaragjøld komu at vera partur av framtíðar fíggingini, men samgongan afturvíst hesum staðiliga.
Men nú er partur av rokningini komin, og hon er onki serlig!
Í “Á rættari kós” stendur orðarætt “fyri at tryggja at tænastan skal vera á nóg góðum stigi kann ein møguleiki verða at taka brúkaragjøld fyri tænastur á heilsøkinum”
Um hetta er rætta kósin, so sigur tað ikki so lítið um samgonguna, sjálv meti eg hetta vera vandaleið.
Sjúka og heilsa eru neyvt tengd at sosialum umstøðum. Hetta er staðfest í øllum okkara grannalondum, men tíverri er lítil og ongin sosial gransking á hesum øki í Føroyum. Aðrastaðni er staðfest, at tey við lægst inntøkum og við vánaligast livikorum eru mest útsett í mun til sjúku. Serliga eru tað lívsstílsjúkurnar, sum hesin bólkur er raktur av, men eisini sjúkur og slit av arbeiði, tí aloftast hevur hesin bólkur tey likamliga tyngstu arbeiðini, skiftandi arbeiðstíðir og arbeiðsumstøður sum hava negativ árin á heilsuna.
Tí fara brúkaragjøld fyri heilsutænastur altíð at raka sosialt órættvíst. Fari inniliga at heita á samgonguna um ikki at leggja hesa byrðu omaná hjá teimum, sum dragast við sjúku, tey hava nokk at stríðast við frammanundan. Fyri stuttari tíð síðan er heilsutrygdargjaldið hækkað umframt at endurgjaldið til heilivág er lækkað. Eisini átøk sum raka serliga lægru inntøkurnar. Lægru inntøkurnar fingu onki burturúr skattalættanum og tað vera allarhelst somu fólkini sum nú fara at fáa truplast við at megna ætlaðu broytingina við at seta pensjónsaldurin upp.


Frammanunda hava fólk goldið fyri heilsutænasturnar gjøgnum skattin, og øll gjalda til Heilsutrygd. Tey kunnu ikki gjalda einaferð enn.
Í handilslívinum er kent, at tað ikki er skilagott at gjalda forút, tí tá kunnu trupulleikar standast av at fáa umbidnu vøruna til vega, og handilsmannin á tal. Vónandi verður hetta ikki galdandi í heilsuverkinun.
Í Føroyum hava vit havt tað grundsjónarmið at heilsutænastan er samhaldsføst og røkkur øllum. Hetta er eitt av virðunum okkara samfelag byggir á. At leggja upp til búkaragjøld er at byrja niðurlagingina av vælferðarsamfelagnum. Og hvat verður so tað næsta, at foreldur skulu gjalda fyri at børnini skulu sleppa í skúla ? Tá ið fyrstu fetini eru tikin, vera tey næstu skjót eftir, og munandi lættari at gjøgnumføra, tí tá eru princippini longu brotin.