Vinnan hevur síðan væl undan ólavsøku bíða eftir at fáa svar uppá, hvør fær menningarkvoturnar.
Ein óheft nevnd var sett at viðgera umsóknirnar og mæla fiskimálaráðnum til, hvør skal fáa hesar nógv umrøddu kvotur. Formaðurin í nevndini, Gestur Hovgaard, boðaði beinanvegin frá, at nevndin ætlaði at lata fiskimálaráðnum tilmælið undan ólavsøku.
Tað gjørdi nevndin eisini eftir at hava eftirkannað tær 38 umsóknirnar, men síðani er gingin rúm tíð. Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoyddal, hevur fleiri ferðir sagt, at fiskimálaráðið hevur brúkt tíð uppá at eftirkanna tilmælini - millum annað um eigaraviðurskiftini hjá umsøkjarunum eru í lagi.
Málið dróg so mikið leingi út, at fiskimálaráðið boðaði frá fríggjadagin, at uppboðssølan av makreli og norðhavssild, sum skuldi vera týsdagin og hósdagin í hesi vikuni, er útsett eina viku.
Og fríggjakvøldið boðaði landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum so frá, at tey sum hava søkt um menningarkvotur fáa svar í morgin.