Ein veikur hátrýstryggur fer yvir Føroyum, áðrenn ælini floyma inn yvir okkum av suðri og útsynningi. Í morgin fer eitt djúpt lágtrýst móti Íslandi av vestri, og brúgvaløg haðani við regni og vindi fara spakuliga fram við Føroyum týsdagin og mikudagin. Seint hósdagin kemur eitt nýtt brúgvalag væntandi inn yvir Føroyar av vestri, við ælaveðri og kaldari luft.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men okkurt æl og hitin um 6 stig. Í nátt øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Framvegis okkurt æl, annars klárt og hitin millum 2 og 6 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 6 til 10 m/s. Okkurt æl, men eisini onkrir sólglottar. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Framvegis okkurt æl, men yvirhøvur skýggjað. Hitin millum 4 og 8 stig.
Týsdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, sum spakuliga makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt, og hitin um 7 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, fyri tað mesta av landsynningi og eystri. Skýggjað og stundum regn og hitin millum 4 og 7 stig.
Mikudagin
Eitt skifti lot til andøvsgul av ymsum ættum, upp til 7 m/s, men sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin um 8 stig. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, turt og lutvíst klárt. Hitin millum 2 og 6 stig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan og landsynning og øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men sum frá líður skýggjað. Hitin um 7 stig. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, seinni útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og eitt skifti nógv regn, seinni klárar í, men framvegis okkurt æl. Hitin millum 4 og 7 stig.
Fríggjadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassanvind, 15 m/s. Ælaveður, men eisini onkrir sólglottar, og hitin millum 5 og 8 stig.