Nú koma landsliðspengarnir

Upphædd sett á umstríddu landsliðspengarnar

Evropesiska samgongan fyri fótbóltsfeløg, ECA, hevur í dag kunngjørt hvussu stóra upphædd feløgini í Evropa fáa fyri landsliðspengarnar til EM 2016 undankappingina.

 

Les eisini: (Kjak) Milliónir til tey stóru - einki til tey smáu

 

Samanlagt fingu føroysku feløgini 4,19 millión krónur fyri at lata landsliðsspælarar til EM 2016 kappingina. Víkingur fekk mest. Teir fingu 1,13 milliónir krónur, meðan B36 var hitt felagið, ið fekk fyri eina millión krónur.

 

HB fær beint undir eina millón krónur, meðan NSÍ liggur á tríggjar fjórðingsmillión. EB/Streymur fær eina fjórðingsmillión, meðan KÍ er tað liðið, ið fær minst av teimum sum fáa. KÍ fær 97 túsund krónur.

 

Les eisini: Her eru øll tølini hjá ECA

 

Hendan skipanin er ikki galdandi fyri HM. Tí fáa feløgini ikki somu upphæddir, tá spælarar luttaka í núverandi undankappingini.

 

Nógv kjak hevur verið um landsliðspengarnar, tí fleiri meta at teir skapa eina fíggjarliga gjógv millum feløgini í føroyskum fótbólti. Hetta tí upphæddin er lutfalsliga stór í Føroyum, meðan slíkar upphæddir ikki gera mun í eitt nú Premier League.

 

Landsliðspengar:

B36 Tórshavn €142'906.89 = 1,06 milliónir krónur

EB/Streymur €34'644.09  = 258 túsund krónur

HB Tórshavn €121'254.33 = 902 túsund krónur

KÍ Klaksvík €12'991.54 = 97 túsund krónur

NSÍ Runavík €99'601.77 = 741 túsund krónur

Víkingur € 151'567.91 = 1,13 milliónir krónur