Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu hevur avgjørt at skipa 297 nýggj parkeringspláss á Vestaru Bryggju.
- Nógv starvast á Vestaru bryggju, og tað fer at leggjast aftrat við fólki, og tí eru vit farin undir at fyrireika parkeringspláss til leigarar, kundar og vitjandi, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini.
Farna býráð setti Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í stand, og nú er Hugskotið flutt inn, samstundis sum Fróðskaparsetrið og partar av vinnuni skulu húsast har.
Samstundis eru tvær hæddir í Saltsiloini bodnar út til vistveiting hjá privatum at reka. Talan er um eina gólvvídd á 591 fermetrar. Umframt alt hetta er nógv annað virksemi á Vestaru bryggju. Og hetta krevur øki, har fólk kunnu seta bilin.
- Vit vilja bæði menna Tórshavnar kommunu sum vinnubý og lestrarbý, og at vit nú fara at skipa og gera nógv parkeringspláss á Vestaru bryggju, fer at stiðja undir hetta, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini. P-økið skal vera liðugt, áðrenn Fróðskaparsetrið flytur inn.
Tekningin yvir økið er fyribils, so tí er ikki talan um endaligu tekningina.