Í gjár vitjaði ferðamannaskipið Flamenco á Havnini. Skipið er úr Grikkalandi og er 17042 brutto tons og er 163 metrar til longdar. Flamenco kemur úr Íslandi og er ávegis til Belgia.
Av Skipafelagnum upplýsir Árni Dam, umboð, at manningin, ið telur 342 mans, kemur úr 21 ymsum londum. 659 ferðafólk eru við, harav eru 585 úr Belgia. Hini eru úr Hollandi, Danmark, Onglandi og aðrastaðir.
Eini 23 ferðamannaskip eru væntandi til Føroya í ár.