Nú koma bátadráttirnir

Klaksvík: - Ætlanin var at gera bátadráttnirnar lidnar í fjør, men tað eydnaðist kortini ikki, sigur Atli s. Justinussen, formaður í Vinnu- og Havnanevndini hjá Klaksvíkar Kommunu.

Í Klaksvík eru tvinnandir bátadráttir – ein í sjálvum býnum og ein í Borðoyarvík.

Men kommuna varð tó noydd at gera ávísar broytingar í fíggjarætlanini. Tí varð í fyrstu syftu asfalt lagt á í Norðhavnini og Kósakeiini.

- Nú kunna báta eigara fegnast, tí Havna- og Vinnunevndin hevur sett pening av í ár til hesar báðar bátadráttir, upplýsir Atli S. Justinussen.