Nú koma avleiðingarnar

Nú síggjast fyrstu avleiðingarnar av broytingini í hjúnabandslógini, sigur tingmaður.

Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, finst í dag at samgonguni fyri uppskotið til nýggja ættleiðingarlóg, ið Sirið Stenberg, landsstýriskvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt fyri tingið. Sambært tingmanninum síggjast nú fyrstu avleiðingarnar av broytingini í hjúnabandslógini, ið tingfólk ávaraðu ímóti tá hon varð samtykt.


- Og nú hevur Sirið Steenberg, landsstýriskona fyri Tjóðveldi, lagt nýggja lóg um ættleiðing fyri Løgtingið, sum hevur við sær, at tveir menn, sum liva saman – líkamikið um teir eru í “hjúnabandi” ella ikki – nú kunnu ættleiða børn! Hugsið tykkum!! – og tað sama verður við kvinnum. Tað vil siga, at pør av sama kyni nú fara at kunna ættleiða børn, skrivar Jógvan á Lakjuni og leggur afturat.


- Hetta er syndarligt. Men tú verður ikki skakkur av nøkrum longur!


Heldur enn bara at føroyska ta donsku lógina, so ynskir løgtingsmaðurin, at løgtingið viðtekur eina lóg, ið er tað besta fyri børnini.


- Men tá ið vit nú skulu gera eina føroyska lóg um umstøðurnar hjá børnum, sum vit skulu ættleiða til Føroya, hava vit so ikki skyldu til at geva teimum tað besta av tí besta? Jú, sjálvandi! Og øll vita, at tað besta av tí besta er at vaksa upp í einum heimi við einari mammu og einum pápa! Og hetta er ikki minst galdandi fyri ættleidd børn, sum hava havt eina trupla byrjan upp á lívið og koma úr óstøðugum umstøðum til eina fremmanda mentan, skrivar løgtingsmaðurin og leggur afturat.


- Mamma og pápi eru týdningarmikil sum fyrimyndir í uppvøkstrinum, og børn hava brúk fyri bæði maskulinum og femininum fyrimyndum fyri at menna sjálvsvirði og samleika og fyri at fata og uppliva javnstøðu og viðurskiftini við hitt kynið.


Tað at pør av sama kyni fáa møguleikan at ættleiða børn, er ikki tað einasta, ið løgtingsmaðurin fýlist at. Í nýggju lógini er eisini møguligt hjá ógiftum pørum at ættleiða, og tað dámar ikki løgtingsmanninum úr Eysturoynni.


- Tað vil siga, at nú hevur hjúnabandið heldur einki at siga her, skrivar løgtingsmaðurin, áðrenn hann ger vart við, at hann mótmælir tí, ið hann kallar ein mentanarkollveltandi politikk hjá samgonguni.


- Eg vil fegin gera vart við, at eg mótmæli hesum mentanarkollveltandi politikkinum, og eg haldi tað vera óhugnaligt, at vit hava eina samgongu, sum heldur fram at gera seg inn á tey dýrastu virðini, vit eiga.


Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her.