Í ÍtróttarSosialinum, sum er komin á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa alt um 8 umfar í Betri deildini hjá monnum. Dysturin hesa vikuna er AB-KÍ, har gestirnir vóru klárt omaná. Serliga kom tað væl við, at Patrik Johannesen eisini fekk tvey mál. Spælarametingar frá dystinum eru í blaðnum.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Meinhard E. Olsen var bara á vøllinum í tveir minuttir fyri Kristiansund, men tað var nokk til at skora avgerandi málið. Les samrøðu við føroyska vongin, har hann fortelur um eina spennandi viku, har hann hevur avgjørt tveir dystir fyri sítt nýggja felag.
Les eisini um Torkil Veyhe, sum hevur súkklað í stórari kapping. Føroyski súkklarin er við á liðið, sum gjørdi seg galdandi í kappingini. Um vikuskiftið var eisini hondbóltsgalla, har ársins spælarar og ársins lið bleiv sett.
Les eisini klummuna, fimm spurningar og síggj liðið hesa vikuna.