Hetta er mín fyrsta solofløga, so hon er ikki uppfylgjari til nakað, og broytir ikki nakað, sum eg havi gjørt fyrr, so sjálvt um hon bumbar illa, so skuffar hon ikki. Tí eingin veit, hvat tey skulu vænta. Hetta hevur givið mær frælsið at gera nakað annað enn hitt, sum eg havi gjørt. Vit hava eitt produkt, sum vit eru glaðir fyri og stoltir av. Hetta verður ikki ein fløga sum selir 5000 eintøk, ella tað vænti eg ikki. Eg nokti at lata talið av seldum fløgum stýra, um hetta er ein sukkess ella eitt flopp, fyri meg er tað sukksess at klára at gera fløguna lidna, sigur Petur við Sosialin.