Hondbóltur
Við greiða sigrinum á Neistanum gav VÍF seinasta sunnudag tekin um, at teir avgjørt vilja spæla við har, sum VÍF so ofta hevur gjørt um seg. Nevnliga í oddinum.
Liðið, sum í fjør var undir mest sum enduruppbygging, hevur nú fingið nakrar royndu profilunum við aftur, og spurningurin er so, um hesir megna at lyfta seg upp aftur á tindarnar.
Ein ábending um hetta fæst kanska á Skála, har VÍF sjáldan hevur havt nakra lætta uppgávu seinastu nógvu árini. StÍF tykist viknað nakað í ár, men teir vunnu fyrsta dystin í Kollafirði, og tí er einki at ivast í, at teir eisini ætla sær stigini hesaferð, hóast uppgávan avgjørt ikki er av tí lættara slagnum.
Í Havn og í Hovyík eru ávikavist Neistin og H71 greiðir favorittar, tá tey spæla sínar dystir. Hjá Neistanum var talan um vónbrot, tá teir komu aftur úr Vestmanna við ongum, og tað vilja teir heilt víst skal ganga útyvir Kyndil, sum ikki fekk nakra serliga góða byrjan við stórtapinum móti H71.
Og júst tann dysturin gevur ábendingar um, at hoyvíkingar í ár rokna við onkrum stórum, og móti KÍF eiga hoyvíkingarnir neyvan at gera sær tilveruna alt ov trupla.









