Upptakt
Tað eru tvey av liðunum, sum løgdu bragdliga fyri í fyrsta umfarinum, sum hittast á Mølini í morgin. Næstu fótbóltsgrannarnir hjá EB/Streymi eru Skála. Felags fyri bæði liðini er, at tað er ikki fyrrenn í heilt nýggjari tíð, at tey eru vorðin so mikið stinn, at tey av álvara eru við til at seta dám á, har tað er mest spennandi at kappast.
- Vit eru sera væl nøgdir við avrikið og úrtøkuna í Gøtu. Serliga hugaligt var tað, at tað bar okkum til at halda gøtumonnum frá at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Vit vóna, at tað eisini fer at eydnast at halda Skála burtur frá málinum hjá Gunnari á Steig, og at vit eisini hesa ferð fara at spæla okkum til málmøguleikar, sigur EB/Streyma venjarin Piotr Krakowski.
Páskaaftan fekk Andrzej Pacek so mikið stóran løst í liðbondini í øðrum fótliðnum, at tað ikki bar honum til at spæla í Gøtu, og venjarin hevur ikki serligar vónir um, at tað fer at bera honum til at spæla í morgin. Annar av málskjúttunum í Gøtu, miðverjin Fróði Clementsen, var orsakað av sjúku burturi frá venjing hóskvøldið, men venjarin vónaði, at hann verður tøkur í morgin. Marni Djurhuus var leikbannaður móti GÍ, men hann er nú tøkur aftur.
Veteranurin Finnbjørn Zachariassen var við í venjingunum nógvu tær fyrstu vikurnar, men nú hevur hann í tvær vikur verið darvaður av skaða. Piotr vónar og roknar við, at hann verður tøkur aftur um ikki so langa tíð.
Tríggir bíða
Á Skála harmast teir um, at tríggir útlendskir spælarar, sum teir rokna við at fáa góða nyttu burturúr, ikki enn hava loyvi at spæla við. Talan er um serbiska málverjan, Vlada Filipovic, serbiska verjuspælaran Milic Corcic og rumenska verjuspælaran Janel Gorgonaru.
Tá ið Skála vann stórsigur á TB, vardi málmansvenjarin, Eugen Voda, málið, og hann verður ivaleyst eisini millum stólparnar á Mølini í morgin.
Skála venjarin, Johan Nielsen, er sjálvandi væl nøgdur við stórsigurin á TB, men hann heldur ikki, at spælið er nóg gott.
- Í løtum hekk samanspælið væl saman og ferðin var ikki so galin. Men avrikið var alt ov óstøðugt. Tað er ikki so undarligt, tí fyrireikingarnar hjá okkum hava verið alt annað enn optimalar. Bæði tí útlendingarnir komu seint, og tí onkrir av hinum spælarunum ikki vandu nakað serligt fleiri av fyrstu vikunum, staðfestir Johan Nielsen.









