Nýklaktir SB-arar

Fríggjadagin 9. februar 2007 var ein hátíðarlig løta í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum í sambandi við at fýra kvinnur: Sunniva, Ebba, Unn og Astrid, høvdu lokið útbúgving sum SB-arar.


SB er stytting fyri starvsfólk við brúkarafortreytum. SB-arin er í starvsvenjing eitt ár innan psykiatriska økið, og hetta tíðarskeið
eru netverksfundir, 20 undirvísingardagar og SB-arin skrivar fleiri uppgávur. Góðar royndir eru við verkætlanini úr fleiri øðrum londum,
men hetta er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. 
 
Fía Lamhauge verkætlanarstarvsfólk segði millum annað í røðu sínari:” En viis mand sagde engang: De særlige evner og talenter, vi er
født med er Guds gave til os. Den måde vi bruger disse evner og talenter på, er vores gave til Gud”. Eingin ivi er um, at tær fýra – Sunniva, Ebba,
Unn og Astrid við sínum evnum og talentum bæði hava givið og fara at geva psykiatriini nógv”