Nú klári eg ikki at halda mær meira

Finn Hansen, umborð á Robert Mærsk

Tað er nógv fyri at vit nú skulu hoyra upp á Høgna Hoydal, Jógvan Arge og onnur Tjóðveldis fólk, har ið tey leggja eftir Sambandsflokkinum og serliga Rósu Samuelsen, tí at hon roynir at spara nakrar krónur fyri at minka um undirskotið á fíggjarlógini.
Hví er tað nú, at Rósa verður noydd til at spara har, ið sparast kann?? Jú tað er bara ein grund til tað, og tað er Tjóðveldi. Teir hava tveitt hundratals miljónir vekk um árið tey seinasu 10 árini, við at lækka og fastfrysta blokkin, og nú standa teir og lippast í fjølmilðinum og geva Sambandsflokkinum skuldina fyri at tað mangla pengar í.
Høgni Hoydal sigur, at blokkstuðulin hevði verið 1,4 milliard um árið, um hann ikki hevði verið skorin og fastfrystur. Hettar er 800 miljónir meira enn verandi blokkstuðul.
Við øðrum orðum, so kann man takka Tjóðveldinum fyri, at undirskotið er 800 miljónir og at fleiri pengar nú verða tiknir frá teimum gomlu.