Nú kemur svarti sannleikin

Filmurin Svartur Sannleiki, ið er gjørdur um listamannin Ingálv av Reyni verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið

Leygarkvøldið 13. mars verður sjónvarpsfilmurin "Svartur Sannleiki" sýndur á stórskíggja í Norðulandahúsinum. Talan um eina sýning fyri stuðlum, avvarandi og fjølmiðlunum, men tó fæst eitt avmarkað tal av atgongumerkjum til keyps frá Norðurlandahúsinum.


Hugaheimur Ingálvs

Filmurin "Svartur Sannleiki" er gjørdur um føroyska listamannin, Ingálv av Reyni. Í ein lítlan tíma ferðast vit í hugaheimi hansara og sleppa eisini at kaga inn í arbeiðskamar hansara.

Í tíðindaskrivi verður sagt, at filmurin er um listamannin og stríð hansara fyri sannari og erligar i list. Um ein mann við kontrastum. Hann er mildur móti øðrum og harður móti sær sjálvum. Føroyingum og heimsborgari. Djarvur og ivandi. Hann er støðugt leitandi eftir nýggjum møguleikum og nýggjum leiðum. Hann teknar Saksum meðan ástíðir skifta, og hann fer til París at leita sær íblástur, so hann kann halda áfram at mála.


Viðurkendur - men ikki kendur

78 ára gamli Ingálvur av Reyni er uttan iva okkara fremsti núlivandi listamálari. Hann er viðurkendur millum teir fremstu í Norðurlondum, men kortini ókendur fyri nógvum uttanfyri Føroyar.

Hetta varð orsøkin til, at farið varð undir at gera ein sjónvarpsfilm um listamannin. Felagið Primus Film, ið hevur gjørt filmin, vónar, at tað fer at bera til at vísa filmin uttanlands, so at onnur enn vit kunnu sleppa at síggja tann stóra og spennandi listamannin, sum føroyingar kunnu vera ernir av.


Breiðan pensil

Eingin av teimum, ið stóðu fyri at gera filmin, er serfrøðingur á listarliga økinum. Tí hava tey, í staðin fyri bert at greina listina, valt at gera ein breiðan film, ið ikki bert vendir sær til listafólk og listakennarar, men sum tey vóna eisini kann venda sær til onnur, ið fegin høvdu ynskt at skilt meira av gátuni, ið Ingálvur av Reyni er fyri mongum.

Upptøkurnar til filmin "Svartur Sannleiki" vórðu gjørdar í Føroyum, Danmark og París í 1996 og 1997. Tað er filmsframleiðslufelagið Primus Film, við føroyskum eigarum, ið hevur staðið fyri at gera filmin, og er hann fíggjaður burturav við føroyskum stuðlu.