Havnar Bóltfelag hevur í eina tíð verið í samráðingum við makedoniska Alexandar Stankov, sum hevur sáttmála við Viborg. Nú tykist púra vist, at HB leigar áleyparan, sum eisini kann spæla á vonginum.
Sum skilst, so hava tað verið onkrar avbjóðingar við loyvunum og passinum, men tað er alt komið upp á pláss nú, so spælarin kann skifta til HB. Talan er um ein leigusáttmála millum Viborg og HB.
Hann hevur spælt í Roda í Hollandi og Hobro, Viborg og AC Horsens í Danmark. Hóast hann “bara” er 27 ára gamal, so er hann gráhærdur. Nakað, sum hevur givið honum eyðkennisnavnið “Silvurrevurin”.
HB hevur í Sebastian Pingel og Daniel “Elly” Pedersen tveir framherjar. Sum skilst, so er Alexandar Stankov ætlaður til vonginplássini. HB spælir sunnudagin móti 07 Vestur í Gundadali. Tað er ósannlíkt, at Alexandar Stankov fær øll loyvini endaliga upp á pláss undan tveimum teimum fyrstu umførunum.