Nú kemur royndar uppboðssølan

Kunngerðin um royndar uppboðssøluna verður nú send til hoyringar hjá vinnuni

Arbeiðið at orða eina kunngerð um royndaruppboðssøluna hevur tikið nakað av tí, men nú verður kunngerðin send til hoyringar.

 

Løgtingið samtykti  í apríl, at ein partur av veiðurættindunum skulu seljast á einari royndar uppboðssølu.

 

Talan er um 20.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4000 tons av norðhavssild og 3000 tons av botnfiski í Barentshavinum.

 

Tað eru bert tey, sum hava veiðuloyvi, sum fáa møguleika at bjóða uppá kvoturnar.

 

Í kunngerðini stendur, at rættindini verða seeld á fleiri uppboðssølum og tað verður gjørt uppá tveir ymiskar mátar.

 

Annar mátin er, at rættindini verða seld á auktión hjá Føroya Fiskamarknað. Hetta var eisini gjørt, tá ið uppboðssøla var roynd í 2011.

 

Hin mátin er, at møguleiki verður at lata boð inn í afturlatnum brævbjálva. Tann vinnur tá  rættindini at fiska, sum hevur besta boðið.

 

Hoyrignsfreistin hjá vinnuni, tá ið tað snýr seg um fiskivinnu, er í minsta lagi 14 dagar.

 

Tað er landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, sum endaliga lýsir kunngerðina um uppboðssølu.