Summarið hevur verið við okkum seinastu nógvu vikurnar og hóast tað framvegis verður fyri tað mesta stilt, so verður tað skíggjað og møguleiki fyri regni komandi dagarnar.
Í nátt verður skíggjað og í regn. Hitin um 10 stig, og 3 - 8 m/s av ymiskum ættum. Í morgin sigur hann at 2 - 7 m/s av vestri, mest skíggja og sirm av og á. Hitin millum 10 og 14 stig, um náttina niður í 8 stig.
Týsdagin sigur hann somuleiðis 2 - 7 m/ av vestri, í støðum upp í 10 m/s. Skíggjað og framvegis møguleiki fyri sirmið. Hitin upp í 13 stig og um náttina millum 5 og 9 stig.
Mikudagin sigur hann 5 - 10 m/s av suðri, sum um náttina veksur upp í 13 m/s og í støðum upp í 15 m/s. Skíggja og regn.