Fyri trimum árum síðani varð farið undir eina fløgusavnsrøð við heitinum Popplist. Nú kemur tann trijða í røðini.
Talan er um savn, ið á mangan hátt umboðar tað besta, ið komið er av føroyskum tónleiki, siga fyrireikararnir. Talan er bæði um tónleik, sum frammi hevur verið í útgávuárinum, og um gamlar perlur, sum ikki farast av tíðarinnar tonn.
Fløgan hesaferð er einki undantak. Á fløguni eru Teitur, Kristel, Johan í Kollafirði, Lena, Petsi Tvørfoss, Gunnar, Høgni Lisberg, Eivør, I Am, Devided Minds, Enekk, Kristleif Zachariasen, Annika Hoydal, Headache Blues trio, Blátt, Joka, Lokum, Charles Gade og Pætur við Keldu.
Tutl og 3?arin skipa fyri og fløgan kemur út h´sdagin 28. oktober.