Nú kemur Pisa aftur

Nú skulu føroyskir skúlanæmingar í framhaldsdeildini aftur til umstríddu Pisaroynd.

Tað eru næmingsar í 9. flokki í 21 skúlum, sum skulu til Pisa roynd, sum hesuferð verður í døgunum 19.-23. mars, sigur Skúlablaðið.

Um lítlar tvær vikur skulu næmingarnir í 9. flokki til Pisa-roynd.

Í Føroyum taka næmingar í 21 framhaldsdeildum lut í kanningini.

Pisa-kanningin hesa ferð verður eitt sindur øðrvísi enn tær undanfarnu, tí ein partur av kanningini verða uppgávur, sum næmingarnir skulu svara á teldu.

Hesin parturin eitur CBA, sum stendur fyri Computer Based Assessment.

CBA-royndin hevur til endamáls at kanna, hvussu virtuellu førleikarnir hjá næminginum eru, hvussu næmingarnir megna at leita eftir viðkomandi upplýsingum og at sálda óviðkomandi upplýsingar frá.

Ikki øll tey umleið hundrað londini, sum taka lut í Pisa-kanningini í ár, hava CBA-royndina eisini. Hesi verða bara uml. 22 í tali.

Pisa-kanningin hesa ferð leggur dent á støddfrøði. Undanfarna kanning í 2009 legði dentin á lesing