Fiskivinna
Tað er í tíðum sum hesum, at mynstulønartrygdin hjá fiskimonnum kemur væl við. Hetta er ikki minst galdandi fyri teir, sum sigla við línuskipunum, nú prísirnir á hýsu og øðrum fiskasløgum eru sera lágir.
Formaðurin í Felagnum Línuskipum, Jóhannus M. Olsen, sigur, at trupulleikin hjá línuskipum í dag ikki er manningartrot, sum annars hevur merkt hendan partin av flotanum seinnu árini.
- Nei, í dag er høvuðstrupulleikin, at so lítið fæst fyri fiskin, sum línuskipini veiða. Haraftrat kemur, at fiskiskapurin í seinastuni hevur verið vánaligur.
Hann vísir á, at nú ferðin á samfelagshjólunum er minkað nakað, eru tað menn, sum spyrja um kjans við línuskipum aftur.
- Vit merkja, at áhugin fyri at søkja sjógvin aftur er veksandi, tí her hava menn hóast alt eina inntøku.
Jóhannus M. Olsen vísir á mynstulønartrygdina, sum kemur væl við hjá monnum í tíðum sum hesum.
- Soleiðis, sum gongdin er, skal nógv til, áðrenn menn koma upp um minstulønina, og tað er júst í tíðum sum hesum, at henda kemur fiskimonnum til góðar, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum.