Orkestrið Headache Blues Treo, sum seinasta hálva annað árið hevur spælt sín egna orkulødda bluestónleik runt í landinum, eru nú um at veroa klárir vio fløgu. Fólk flest kenna hendan bólk frá Prix FO, Ólavsøkukonsertini og mongum øðrum konsertum og tiltøkum.
Headache Blues Treo eru Uni R. Debess, Edvard N. Debess og Rógvi á Rógvu. Hesir tríggir hava skapt sín egna tónleikastíl við rótunum í amerikanskum bluestónleiki.
Fyri hálvum ári síðani fóru mennirnir í HBT undir at spæla inn fløgu, og nú er við at vera komið undir land við henni. Hon er spæld inn í Føroyum og ljóðblandað í Íslandi, av Guðmundi Petursson og Helga Smára Gunnarson.
Løgini á fløguni Mr. Puffman eru øll í kenda HBT-stílinum, og sostatt sera orkufull. Á onkrum av løgunum hava HBT fingið stuðul frá Búa E. Dam, guitar og Unn Paturson, sang
Fløgan Mr. Puffman kemur út í mei og tað er Landing Duck Records sum stendur fyri útgávuni.
Heimasíðan hjá bólkinum er á:
www.headacheblues.com










