Nú kemur landstreymurin í Havn

Loysnin er ein ljóðleys bingja við einari skipan, ið veitir landstreym til skip, sum eru útgjørd til at taka ímóti landstreymi.

 

- Nógv fólk hava gjørt vart við óljóð frá skipum. Vit hava lurtað eftir teimum, sum hava ampa av larminum, og nú er ein smidlig loysn á veg heim til Føroya.

Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Hann vísir á, at loysnin er ein ljóðleys bingja við einari skipan, ið veitir landstreym til skip, sum eru útgjørd til at taka ímóti landstreymi. - Bingjan kann eisini veita stórum skipum landstreym, eitt nú uppsjóvarskipum og frystifarmaskipum.

Formaðurin í vinnunevndini sigur, at allar havnir í Tórshavnar kommunu fáa gagn av bingjuni, tí hon kann flytast úr eitt nú Kollafirði til Havnar - alt eftir tørvi. - Tí fer eisini at bera til hjá nógv fleiri skipum at knýta í skipanina.

Bogi Andreasen sigur, at vinnunevndin hevur samtykt loysnina sum eisini skal leggjast fyri býráðið.

- Sum formaður havi eg lagt dent á at fáa eina so ljóðleysa og smidliga loysn sum gjørligt. Arbeiðið er boðið út, og sáttmáli verður nú gjørdur við felagið, sum átti lægsta tilboðið, leggur vinnunevndarformaðurin.

##med2##