Nú kemur landslæknin aftur til arbeiðis

Aftaná at hava verið sjúkrameldaður í góðar tvær vikur er Lars Fodgaard Møller nú frískur aftur

Lars Fodgaard Møller, landslækni, hevur verið sjúkrameldaður síðan mánadagin 6. apríl. Hann er nú frískur og kemur at røkja starvið hjá sær sum landslækni aftur 25. apríl. 

Tað upplýsir landslæknaembætið.

Anette Lykke Petri, sum er eindarleiðari í Styrelsen for Patientsikkerhed, hevur verið virkandi landslækni, síðan landslæknin bleiv sjúkrameldaður. Hon fer tí úr vikarstarvinum leygardagin, nú Lars Fodgaard Møller kemur aftur í starv sítt.

Lars Fodgaard Møller kemur til Føroya mánadagin.