Hetta er fyrsti tíðindafundur, sum løgmaður kallar inn til. Higartil hevur hevur tað verið landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur hildið tíðindafundir, sum hava snúð seg um corona-smittuna.
Boðini frá løgmanni eru soljóðandi:
– Løgmaður skipar í morgin klokkan 9.00 fyri tíðindafundi í Tinganesi um støðuna við corona smittu í Føroyum.
Tað eru einans fjølmiðlafólk, sum kunnu møta til tíðindafundin, stendur í boðunum frá løgmanni.