Nú kemur lógin um arbeiðsumhvørvi

Landsstýri hevur samtykt at leggja lógina um arbeiðsumhvørvi fyri tingið. Verður lógin samtykt, fær Arbeiðseftirlitið betri umstøður at fara eftir ólýdnum kommunalum og landsstovnum. Henda møguleika hevur stovnurin ikki í dag

Fyrr í ár, skrivaðu vit um at almennar og privatar fyritøkur ikki vóru javnt settar, tá tað galt um at fylgja ásetingunum frá Arbeiðseftirlitinum.

Privatar fyritøkur, sum frá Arbeiðseftirlitinum fáa kravboð um broytingar, mugu gera eftir boðunum, annars kunnu tey væntað revsing. Tað nýtast almennar fyritøkur í somu støðu ikki at gera, tí Arbeiðseftirlitið hevur ikki lógarheimild at gera nakað við tað.

Men nú er broytingin áveg.

Gunnar Holm-Jacobsen, úr Vinnumálastýrinum sigur við Sosialin, at landsstýrið hevur avgjørt, at leggja lógaruppskotið um arbeiðsumhvørvi fyri tingið.

Í hesum lógaruppskotið er ein serskild heimild, sum gevur Arbeiðseftirlitinum rætt til at »fara eftir« almennum og kommunalum stovnum, fylgja teir ikki boðum teirra.

Hetta er triðja ferðin lógaruppskotið um arbeiðsumhvørvi verður lagt fyri tingið.

Tað var Arbeiðsumhvørvisráðið, sum landsstýrið setti í 1988, sum hevur gjørt lógaruppskotið. Tað hevur verið fyri í tinginum tvær ferðir fyrr, men er ongantíð komið longur.

Seinast fall tað burtur í sambandi við, at Edmund Joensen, táverandi løgmaður skrvaði út nýval.

Nú verður so roynt einaferð enn, og so er bara at vóna, at tað eydnast triðju ferð.

Gunnar Holm-Jacobsen sigur, at nakrar broytingar eru gjørdar í uppskotinum, men tær eru smáar.