Í dag, 3. desember 2009, sum eisini er alheims handikappdagur, verður kunngerð um atkomuviðurskifti lýst, og tað fegnast Annika Olsen, landsstýriskvinna um. Kunngerðin skal virka fyri, at umstøðurnar hjá fólki, sum eru rørslutarnað, gerast betri, tá talan er um atkomu til og í bygningum.
Umframt hetta, hevur kunngerðin eisini ásetingar um eitt nú áhoyrararpláss til rørslutarnað, áseting viðvíkjandi uppsetan av peningasjálvtøkum, krav um hoyrilykkjur o.a.
Kunngerðin fevnir eitt nú um bygningar, har tað almenna heldur til, størri høli sum verða nýtt til vinnuendamál umframt leikhús og gistingarhús. Landsstýriskvinnan vónar at henda kunngerð vil føra við sær, at tað í framtíðini í størri mun verður tikið hædd fyri teimum, ið bera brek, tá ið bygt ella umbygt verður.
Innlendismálaráðið arbeiðir í løtuni við einari landsbyggireglugerð, har ásetingarnar um atkomu til og í bygningum eisini verða tiknar við.