Klaksvíkar Kommuna skrivar, at verkætlanin er ment í tøttum samstarvi millum Klaksvíkar Róðrarfelag, Klaksvíkar býráð og Henning Larsen arkitektar, sum eisini hava staðið fyri miðbýarverkætlanini. Tískil fellur nýggi bygningurin sera væl inn í miðbýðarmyndina. Íblásturin til nýggja neystið tekur fyrst og fremst støði í kappróðrinum, men eisini í umhvørvinum, soleiðis at siðbundna úttrykkið við neystalonum verður varðveitt og nútíðargjørt.https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/bb21270260137c256d2e2f5bf73dbadad1be8c9f.jpg
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um, at verkætlanin er komin somikið lagt, at byggingin nú kann fara í gongd, soleiðis at kappróðrarfelagið kann fáa nýggj prýðilig hølir, mitt í hjartanum í býnum.
Nevndin í kappróðrarfelagnum var væl umboðað til hátíðarhaldið í gjár, og gleðast tey um, at glið nú er komið á verkætlanina.
- Virksemi er í neystinum mestsum hvønn dag á árinum, so fyri okkum í KRF hava góðir karmar alstóran týdning. Eisini hevur tað týdning, at okkara bátar hava góðar umstøður, so at teir eru góðir kappróðrarbátar. So vit gleðast sjálvsagt um, at fáa eitt nútímans neyst at virka í, sigur Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag
Tað var annars eitt samt býráð, sum í fíggjarætlanini setti 7 mió. kr. av til at gera eitt nýtt neyst til kappróðrarfelagið. Fyrsta stig í verkætlanini er, at Kanjon skal gera útfyllingina, har neystið skal standa liðugt, og stutt eftir hetta verður farið undir at byggja nýggja kappróðrarneystið.











