Nú kemur jokarin

Enn ein møguleiki hjá teimum, sum droyma um at gerast millióningar í eini handavending

Frá mánadegnum at rokna, fáa tey veddingarhugaðu enn ein møguleika at gerast millióninar, við tað at Dans Tipstjeneste tá víðkar útboðið av spælimøguleikum við enn einum spæli.


7.000.000 kr.

Nýggja spælið ber heitið, Joker, og í stuttum er tað soleiðis háttað, at tú fyri ein eyka kostnaða á 10 kr. fært eitt sjey siffrað tal prentað ovast á seðilin, um tú luttekur í lotto, dusino ella tipping.

Ert tú heppin, og hevur rætta talið á tínum seðli, kan hetta geva ein risavinning, sum kan verða heilt upp í sjey mió.kr. Tær nýtist tó ikki at hava øll tølini røtt, tí vinningar verða latnir, heilt niður til tvey røtt tøl.

Í øðrum londum hava tey góðar royndir av hesum spæli, og hava tað eisini verið fleiri stórir vinningar. Dansk Tipstjeneste roknar við, at hetta eisini fer at verða væl umtókt í Danmark, Grønland og Føroyar íroknað, og vænta tey, at árligu inntøkurnar av hesum fara at verða um hálvu milliardina.