Nú kemur Ikast til Føroya

Komandi vikuskifti kemur eitt av heimsins sterkastu kvinnuhondbóltsliðum, Ikast Bording, til Føroya á vitjan, har liðið skal spæla tveir dystir móti ávíkavist kvinnulandsliðnum og føroyameistarunum úr Stjørnuni.

Danska kappingin er óivað sterkast kappingin í heiminum, tá ið tað ræður um kvinnuhondbólt. Hetta sást eisini aftur í europeisku kappingunum í fjør, tí donsk lið vunnu allar tríggjar kappingarnar. Millum annað vann Ikast Bording sonevndu Cup Winners Cup, so tað er lagt upp til kvinnuhondbólt í heimsflokki, tá ið Ikast Bording um vikuskifti vitjar í Føroyum.

Føroysku kvinnurnar fyrireika seg væl
Ikast Bording kemur til Føroya hósdagin, og longu fríggjakvøldið er fyrsti dysturin á skránni. Tá skal danska liðið til Klaksvíkar, har tær skulu dystast við føroyameistararnar úr Stjørnuni. Tann dysturin verður í KÍ-høllini fríggjakvøldið klokkan 19.30.
Dagin eftir verður dystur í Havn, tá ið føroyska kvinnulandsliðið, sum stóð seg so væl í Italia fyrr í ár, fer at bjóða donsku gestunum av.
Venjarin hjá bæði Stjørnuni og føroyska kvinnulandsliðnum, Rógvi Nielsen, sigur, at liðini hava fyrireikað seg væl til spennandi avbjóðingarnar um vikuskiftið. Bæði landsliðið og Stjørnan hava vant tvær ferðir um vikuna leingi, hóast kappingin hevur ligið still, og seinastu tríggjar vikurnar hevur verið vant tríggjar ferðir.
Fyri at fáa eitt sindur av dystarvenjing í beinini undan vitjanini fara Stjørnan og kvinnulandsliðið at spæla tveir venjingardystir sínamillum í vikuni. Fleiri leikarar á liðnum hjá Stjørnuni eru eisini á kvinnulandsliðnum, og tí er avtalað, at í fyrra dystinum, sum verður í Klaksvík í kvøld, spæla hesir við Stjørnuni. Í annaðkvøld, tá ið dystur verður í Havn, spæla hesar so við landsliðnum, greiðir Rógvi Nielsen frá. - Á henda hátt fáa bæði liðini roynt seg við sterkastu manning í hvør sínum dysti, sigur hann.
Í mun til kappingina í Italia verða tveir leikarar á landsliðnum ikki við til dystin móti Ikast, og eru tað tær báðar, Lív Sørensen og Anna Maria Káradóttir, ið báðar eru burturstaddar. Hinvegin verður unga Ása á Neystabø úr Neistanum við. Føroyski landsliðshópurin verður tí hesin: Málverjar Helena Dam Poulsen, Tomma Petersen, Fríða Petersen. Útileikarar Nicolina Eyðbjørnsdóttir, Anna Kristina Samson, Katrin á Neystabø, Annika Ljósstein, Joan M. Djordjevic, Simona Hansen, Gurið Mortensen, Bára Skaale Klakstein, Una Olsen, Gunnleyg Berg, Heidi Maria Akselsen og Ása á Neystabø.