Nú kemur fløgan frá Eager to Please!

Fríggjadagin 16. mai verður fløgan hjá Eager To Please at fáa í øllum góðum tónleikahandlum kring landi. Fløgan kallast ?There´s No Pleasin´ Some People? og tað er TUTL, sum gevur út.

 

 

Leygarkvøldið 17. mai klokkan 21.00 verður ókeypis útgávukonsert í REX.

Høvið verður eisini at njóta eina ókeypis øl ella kanska báðar tvær. Eftir útgávukonsertina spælir Eager To Please til dans í REX, og byrjað verður kl. 01