Nú kemur Føroyingasøga til Vágar

Í kvøld verður høvið hjá miðvingum og vágafólki annars at sleppa til einrøðuleikin Føroyingasøga, sum Ria Tórgarð bæði hevur skrivað og sjálv spælir.

Tað er Tjóðpallurin, ið stendur fyri hesi uppsetanini sum hevur fingið góð ummæli á ferð síni kring oyggjarnar.

Í leikinum verða tær væl kendu hendingarnar úr Føroyingasøgu lýstar, meðan Ria er einsamøll á palli, saman við tónleikaranum Edvardi Nyholm Debes. Hann hevur skrivað tónleikin, Ria leikin og systir hennara, Súsanna hevur leikstjórnað.

Í hesi sýning verða hendingarnar eisini lýstar á ein skemtiligan hátt, og vit hitta allar tær kendu hetjurnar og mætar víkingahøvdingar.

Ein fær eisini at vita, hví allir føroyingar duga so ómetaliga væl at syngja og vinna allar danskar sangkappingar,  hví Eldjarn Kambhøtt hevði hæddarskrekk, hvussu illa Havgrímur í Hovi dugdi at rokna, hvaðani Tolkien fekk hugskotið til at skriva "Ringanna Harri", og mangt annað, sum søgufrøðingar ikki hava givið sær far um áður.

Einrøðuleikurin Føroyingasøga verður framførdur í Beitishúsínum í Miðvági í kvøld klokkan 19. Sami leikur varð annars framførdur í Vági mánakvøldið. 




VÆL SPÆLT

Ria Tórgarð hevur verið kring landið við leiki sínum. Her er ein mynd frá framførsluni á Sandi

Mynd: dalsbygd.blogspot.com