Nú kemur eygleiðaraskipanin

Dómarafelagið er nú formliga sett á stovn, og eitt av fyrstu stigunum verður at seta eygleiðaraskipan í verk

Hondbóltur

Eftir at talan hevði verið um tos í fleiri ár, gjørdu føroysku hondbóltsdómararnir í fjør álvara av at seta egið felag á stovn. Hetta var um sama mundi, sum steypafinalan í vár varð leikt, tá allir dómararnir høvdu sett hvørjum øðrum stevnu, og har var semja um, hvussu farast skuldi fram.
Um vikuskiftið var so formliga stovnanin av felagnum, og longu nú tykist greitt, at nøkur greið mál eru sett í kortið.

Royndir menn skulu hjálpa
Umframt sjálva stovnina av felagnum, so varð vikuskiftið eisini nýtt til dómaraskeið, har danin, Frank Snit, var skeiðhaldari. Hesin Frank Smit er fyrrverandi makkarin hjá Peter Lorentzen, sum nú dómir altjóða dystir saman við okkar egna Kristian Johansen, og heilt fram til í fjør var hann sostatt virkin IHF-dómari.
Umframt skeiðið - har øll fyrstu deildar pørini tóku lut ? var avgerð undan hesum tikin um, at Frank Snit skuldi hjálpa til við at seta eina eygleiðaraskipan á stovn.
Í fyrstu atløgu vera tað teir tríggir, Hans Holm, Eyðun Samuelsen og Hjalmar Petersen, sum koma at virka í hesari, og saman við teimum trimum hugdi Frank at dystunum hjá føroyska landsliðnum móti Team Helsinge hós- og fríggjakvøldið. Og hartil var hann saman við Eyðuni Samuelsen til dystin í Vestmanna sunnudagin, tá kvinnuliðini hjá VÍF og Neistanum leiktu.
Teir tríggir nýggju eygleiðararnir hava allir royndir sum dómarar í Føroyum, og fyri dømingina er einki at ivast í, at ein slík skipan kann vera til stórt gagn. Hans Holm hevur umframt aktiva leiklutin sum dómari ígjøgnum nógv ár eisini verið partur av nevndararbeiðinum í HSF í langa tíð. Hjalmar var fram til fyrraárið partur av einasta altjóða dómaraparinum hjá okkum, inntil borgarliga starvið legði ov stórar forðingar fyri. Og Eyðun Samuelsen hevur hóast unga aldurin drúgvar royndir sum dómari í bestu deildini.
Allir búgva teir í Havn, men hóast tað í nøkrum førum kann verða ein vansi, so merkir hetta í fyrstu atløgu, at kostnaðurin av skipanini kann haldast á einum lágum støði, tí føroyska kappingin í dag er vorðin somikið miðsavnað, at nógv teir flestu dystirnir verða leiktir í høvuðsstaðnum.

Góð ráð
Kristian Johansen, sum í dag má metast sum »the grand old man« millum aktivu dómararnar, er eisini sera fegin um hetta, og sjálvur ivast hann ikki, at hetta kann tilføra dómarunum nógv gott.
- At byrja við verður tað ikki soleiðis, at dómararnir beinleiðis fáa karakter fyri avrikini. Heldur hava vit valt, at eygleiðararnir kunnu hjálpa dómarunum við nøkrum lutum, sum eru avtalaðir frammanundan. Eitt nú plaseringar á vøllinum, rennibanar við meira. Sum dómari situr tú ofta og eygleiðir dystin við heilt øðrum eygum, og fyri okkum, sum døma, er eiunki at ivast í, at tað er til størri hjálp, um ráðini koma frá hesum, heldur enn sum skot frá onkrum ónøgdum áskoðara, heldur Kristian