- Játtaðar verða nú 1,75 miljónir til nýggjan bátadrátt í Álakeri. Umsitingin fer beinanvegin at bjóða arbeiðið út, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Tað hevur í nógv ár verið eitt ynski frá bátaeigarum, at tað var møguligt at taka bátar upp eftir einum bátadrátti í Tórshavn. Tað er bátadráttur í bátahylinum á Argjum, men hesin er ikki egnaður til størri bátar. Í Tórshavn og á Argjum eru umleið 500 bátar, og um størri bátar skulu upp á land í kommununi, máa teir hivast við kranabili.
Um drátturin skal vera í Tórshavn, er Álaker helst rætta staðið. Mettur kostnaður er umleið 1- 1,5 mió, alt eftir staðseting og stødd. Havnarmeistarin mælti til at gera eitt byggiprogramm og vinnunevndin tók í februar undir við tilmælinum.
-Byggiprogrammið sigur m.a. at drátturin skal býtast í tvey, onnur hálvan er til smærri bátar og hin til størri bátar. Drátturin til smærru bátarnar er 4 m breiður, har hallið er 1:4, og kemur út á 2 m dýpi. Drátturin til størru bátarnar er 7 m breiður , har hallið er 1:6,5, og kemur út á 7 m dýpi, sigur Sjúrður.
- Fyri at fáa tað neyðugu kyrruna, er neyðugt at gera eitt 30 m grótkast við eini hædd upp á 3 m yvir sjóvarmálanum. Tann samlaði kostnaðurin er mettur til 1,75 mió, íroknað mvg. Havnarmeistarin mælti til at játta tkr. 1,75 til arbeiðið. Umsitingin bjóðar arbeiðið út og setur ætlanina í verk.
- Vinnunevndin hevur nú avgreitt og samtykt málið, sum nú er klárt at leggja fyri fíggjarnevndina og býráðið, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini.