Týsdagin kemur í bókhandlarnar bókin: Dollin: Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna.
Hetta er tann einastandandi søgan hjá Óla Jacobsen um Daniel J. Danielsen (1871-1916), sum í 1903 gjørdist ein lyklapersónur í teirri tilgongd, sum førdi til, at belgiski kongurin Leopold 2, sum á ein ræðuligan hátt rak Congo, sum sína persónligu ogn, í 1908 mátti geva Congo frá sær.
Bókin verður meira umrødd í mánadagsblaðnum.
Framløga av bókini verður týsdagin kl. 19 á Hotel Hafnia, har dupultkvartettin í Ebenezer luttekur