Nú kanst tú tekna teg til X Factor

Fleiri føroyskir sangarar hava gjørt vart við seg í donsku X Factor kappingini, og Danmarks Radio, sum stendur fyri X Factor í Danmark, hevur boðað frá, at tey ger enn eina kapping næsta ár.

Nú hevur DR latið upp fyri tilmeldingum til X Factor 2018. Tað fyrsta fólk skulu gera, er at skráseta seg hjá DR.

Í heyst verða so upptøkuroyndir, har valt og vrakað verður millum tey mongu, sum hava teknað seg til kappingina.

Tríggir bólkar luttaka í kappingini – tey ungu, tey eldru og bólkarnar.

Tú kanst tekna teg til X Factor her