Nú kanst tú aftur taka fleiri útbúgvingar í Danmark

Eitt sokallað útbúgvingarloft hevur ført við sær, at næmingar í Danmark einans sleppa at taka eina útbúgving. Men nú hevur undirvísingarmálaráðharrin, Søren Pind boðað frá, at semja er um at broyta útbúgvingarnýskipanina munandi.

 

Ein broyting er, at nú er aftur gjørligt at fáa fleiri útbúgvingar í Danmark – tó tað eru treytir við.

 

Ert tú til dømis professiónsbachelor, so var áður so við útbúgvingarnýskipanina, at tú ikki slapp at taka eina bachelor aftrat.

 

Nú er tó politisk semja um, at tú sleppur at taka tvær útbúgvingar ella fleiri – kravið er tó, at tað eru seks ár í millum útbúgvingarnar.

 

Tað vil siga, at ert tú útbúgvin professionsbacehlor í 2017, so skalt tú bíða til 2023 áðrenn tú fert undir næstu bachelor útbúgvingina.