Henda greinin var upprunaliga skrivað og send bløðunum 31.10 sum ein viðmerking til seinastu samráðingarnar í Keypmannahavn, men kommunuvalið hevur nærmast blokerað fyri øllum øðrum viðmerkingum enn frá valevnunum og tí kann ein grein sum henda kanska koma at virka eitt sindur anakronistisk. Men um eg helt meg hava ein boðskap fyri 3 vikum síðan, so man eg eisini halda meg hava hann í dag og verður tí roynt einaferð enn at fáa hann fram.
Í SvF týskvøldið 31.10 gjørdi løgmaður greitt, at Heimastýrislógin kundi vera útgangsstøði fyri tí broyttu kós hjá samgonguni í fullveldismálinum. Hann tosaði um úttøming ella niðurlaging av Heimastýrislógini og hetta kann neyvan skiljast øðrvísi enn at vit yvirtaka uppgávurnar so hvørt sum vit eru før fyri tí og harvið stigvíst fáa búskaparliga ábyrgd av hvørjum málsøki sær. Og at enda eitt búskaparligt frælsi. Góðir gamlir sambandstankar.
Hetta eru nýggir tónar, sum gera tað møguligt at broyta kórið og í hesum sambandi fari eg at loyva mær at minna á grein, eg hevði í bløðunum fyri júst einum ári síðan, har eg mælti til, at Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin funnu saman um eitt grundarlag fyri framtíðarstøðu Føroya. Tá hevði ein tílík samgonga umleið 60% av Føroya fólki aftan fyri seg. Í dag er hetta talið ivaleyst væl størri.
Sama kvøldið ? týskvøldið 31.10 ? hoyra vit formannin fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum boða frá, at aftaná at hava rent á sama skerið 4 ferðir, er nú neyðugt at broyta kós. Hetta kann eingin vera ósamdur við honum í, men at man skal renna á 4 ferðir fyri at finna út av hesum, vekir undran millum manna og ikki álit á monnunum á brúnni. At broyta kós merkir væl tað sama sum at seta sær onnur mál, so hesum er fólkafloksformaðurin samdur við sínum løgmanni í. Vónandi verður hetta málið so ikki eitt 5. sker, sum teir við teirra kamikaze líknandi framferð fara at renna seg á.
Men signalini frá Fólkaflokkinum tykjast at vera greið og tí eiga andstøðuflokkarnir skjótast at gera uppskot til eitt nýtt grundarlag, eina nýggja tilgongd og boða til fundar.
Tað var lættari hjá Fólkaflokkinum fyri einum ári síðani at taka avleiðingar og sleppa sær burtur úr haftinum. Nú hava teir vavt seg so nógv inn í tjóðveldisspunan, at torført kann vera at koma sær burtur úr aftur. Tað kann taka sína tíð. Flokkurin kann hava fyri neyðini at gera tað upp á sín máta. Men í hesum málinum er tíð ein faktorur, sum er óavmarkaður. Andstøðan hevur alla framtíðina fyri sær til at gera hetta. Og tí má bíðast eftir Fólkaflokkinum ta tíð, tað nú tekur.
Og mínsann um ikki eisini Sjálvstýrisflokkurin nú tykist at vera komin á betri tankar og venda aftur til sína hóvligu framferð á hesum økinum. Hann hevur eisini nokk av tíð.
Tað er bert Høgni Hoydal, sum við sínum skundi skal stressa føroyingar til at leypa á bláman, áðrenn teir vita til sín, heldur í dag enn í morgin. Men hesin demagogur tykist nú at hava útspælt sín leiklut í hesum umfarinum. Hann fekk ongantíð føroyingar at skilja, hvat ið hann vildi og politiska handalagið og framferðarhátturin hava alla tíðina verið merkt av misáliti, óhóskandi atburði og vantandi kunnleika til grundleggjandi altjóða samanhangir. Hann hevur forpesta viðurskiftini millum Føroyar og Danmørk, so torført kann vera hjá øðrum at koma afturumaftur. Maðurin, sum er so fullur av hatri til Poul Nyrup og alt tað, sum danskt er, var sjálvandi í forvegin diskvalifiseraður til at standa á odda fyri kenslubornum diplomatiskum samráðingum. Hetta mátti enda galið.
Og hann endaði í díkinum. Úrlatin og láturverdur á altjóða pallinum. At hann framvegis droymir um við eini fólkaatkvøðu at lokka føroyingar til at leypa út av eggini, er bert ein manifestatión av hansara vantandi evnum til at staðfesta politiskar veruleikar og taka avleiðingar av teimum. Í øllum øðrum parlamentum í vesturheiminum, hevði ein stjórn ella ein ráðharri langt síðani lagt frá sær eftir at hava fingið ein tílíkan lúsing. Men sum Heini O. Heinesen segði í somu sending: »Vit skulu berast úr Tinganesi«. Her galda ongar parlamentariskar spælireglur. Her verða ongar parlamentariskar avleiðingar tiknar. Okkara samgongupolitikarar nokta at liva upp til stýrisskipanina.
Og enn einaferð stendur Tjóðveldisflokkurin saman við formanninum uttan úrslit. Nógv orka og nógvur peningur eru nýtt til at fremja hesar veruleikafjaru ætlanir, sum kanska ongantíð hava verið meintar í álvara. Føroya fólk aftur hildið fyri gjøldur.
Har er helst stór upprudding at gera áðrenn farast kann í gongd aftur. Men boðini mugu fara, signalini mugu sendast, so teir nevndu flokkar kunnu fara undir at gera tað breiða grundarlagið fyri framtíðarstøðu Føroya. Við teimum boðum, sum løgmaður týskvøldið sendi gjøgnum SvF tykist ikki at vera torført at finna eina felags lopfjøl. Og hann hevur baklandi við sær.
Um hann bert ikki fer at skriva út val nú. Tí nú er mentamálaráðharrin farin at meina, at ein grundlóg ikki skal takast í sama álvara sum ein 1. mai. Ilt er at gita, hvat hesin maður hugsar, men at vísa so lítið av respekt fyri okara grundlóg og teimum rættindum, vit hava fingið við henni, sigur nakað um ta anarkismu, vit hava í væntu, um fullveldisætlanirnar verða førdar út í lívið. Kanska uttan grundlóg ella í hvussu so er eina, ið ikki tryggjar okkum somu frælsisrættindi sum danska ella norðurlendska modellið. Ein óhugnaligur tanki.
Spurningurin er um politiskt fríggjarí ikki eigur at liggja fremri í huganum enn eitt val nú. Helst er tað betur at fáa tosað saman og lagt støði fyri samarbeiðinum um tey ríkisrættarligu viðurskiftini, áðrenn farið verður til val. Og tá ber betri til at spyrja fólkið á einum vali.
Eg fari at ynskja teimum góða eydnu og góðan arbeiðshug. Við meira veruleikakendum málum og grundarlagi verður tað hugaligari at fara til arbeiðis.