Koppingarevnið hjá Moderna ímóti covid-19 er nú góðkent í Europa Samveldinum (ES).
Tað boðar forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, frá í dag.
Hetta er onnur vaksinan, sum verður góðkend í ES. Tann fyrra var tann hjá Pfizer/BioNTech. Bretar hava eisini givið vaksinuni hjá AstraZeneca neyðgóðkenning, men hendan vaksinan er ikki góðkend í ES enn.
Føroyar eru umvegis Danmark partur av felags innkeypinum hjá ES, og tá ið ES hevur góðkent eina vaksinu, kann hon eisini brúkast í Føroyum.
Føroyar hava fingið umleið 1100 skamtar av vaksinu frá Pfizer/BioNTech, og meira av hesari vaksinu er á veg.
– Vit tveimum vaksinum hava vit fleiri møguleikar at vaksinera ímóti covid-19, og hóast vit ikki hava havt trupulleikar við at fáa vaksinuna út til tey ymisku økini, verður tað enn lættari at fáa vaksinuna hjá Moderna út kring Danmark og til Føroya og Grønland, sigur Søren Brostrrøm, stjóri í danska Heilsustýrinum við DR.
Vaksinan frá Moderna er lættari at goyma, tí hon skal ikki goymast í 70 kuldastigum sum tann hjá Pfizer. Moderna skal fraktast í 20 kuldastigum, og hon kann goymast í tí kuldanum í hálvt ár. Hinvegin kann vaksinan leggjast í køliskáp, sum er kaldarin enn átta hitastig, og goymast har í 30 dagar. Hetta ger tað nógv lættari at fáa vaksinuna út og at goyma hana.
Sambært Heilsustýrinum sleppa fólk ikki at velja, um tey vilja hava annað ella hitt slagið av vaksinu. Báðar vaksinurnar fara frameftir at verða brúktar í einum samlaðum útboði.










