Nú kann kavin verða vandamikil fyri fólk

Nú tað verður lýggjari, eru tað ein góð ráð hjá fólki til gongu at minnast til at hyggja upp eftir

Seinastu dagarnar hevur verið sjáldsama gott kavaveður, og bæði børn og vaksin hava hugnað sær óført við kavakríggi, kavamonnum, við sletum, á skíðum og á skoytum. Men kavamenninir standa ikki leingi afturat og tá ið hetta vikuskiftið fer at halla, fer at toya og kavamenninir fara at bráðna, og sletur og skoytur skulu setast inn aftur.

 

Men líka hugnaligur, kavin hevur verið hesar seinastu dagarnar, líka vandamikil kann hann verða, nú tað verður lýggjari, og eftir veðurtíðindunum verður tað seinnapartin sunnudagin og serliga mánadagin at tað verður lýggjari.

 

Í hesum sambandi heldur Heini Østerø, brandmeistari í Havn, at tað er vert at ávara ímóti, at nú tað hevur kava illa, og tað hevur verið kalt, eru húsatekjurnar tungar av kava, eins og glerpípur hanga undir takskegginum. Og tá ið tað verður líggjari, fer kavin at ríða av hústekjunum, og glerpípurnar detta undan takskegginum.

 

Og ganga fólk undir húsunum, er stórur vandi fyri at fáa kavan á seg, og glerpípur í høvdið, og tað kann skjótt vera til til stóran vanda hjá fólki, ikki minst hjá børnum.

 

So hygguráðini hjá brandmeistaranum eru at ansa eftir, tá ið gingið verður undir húsum, og at hava eyguni við um glerpípur hanga undir takskegginum. Dettur ein glerpípa fleiri metrar, og rakar fólk, kann stórur skaði standast av, sigur brandmeistarin

 

Løgreglan sigur, at tað er tann, sum eigur eina ogn, ið hevur ábyrgdina av at skumpa kava av gongubreytini frammanfyri húsini. Og teirra meting er, at húsaeigarin hevur eisini ábyrgdina av at fáa glerpípur undan takskegginum.

 

So tilmælið til tey, sum eiga eini hús, er at ganga fram við húsunum við einum kustaskafti, ella líknandi, og bróta glerpípurnar niður, har tað ber til. Somu ábyrgd hava eisini kommunur, Landið, fyritøkur og felagsskapir, av húsum, tey eiga.

 

Men løgreglan minnir á, at tað eru ikki bara glerpípur undan takskeggjum, sum kunnu verða ein vandi. Víst verður eisini á, at í nógvum tunlum, eru tunnilsmunnanir so vátir, at har hana stórar og tungar glerpípur. Og loysnar ein ímeðan ein bilur er á veg inn, kann hon fara tvørtur ígjøgnum forrútin, ella bakrútin.

 

Niðanfyri eru nakrar myndir, myndamaður okkara tók í góða kavaveðrinum í Havn nú ein dagin