UEFA kannar um tað kann vera skaðiligt hjá børnum at skalla bóltin
- Vit mugu sjálvandi taka hetta í álvara. Um tað vísir greitt, at tað elvir til skaða, serliga hjá børnum, mugu vit vera strangir, sigur Aleksander Ceferin, forseti í UEFA, við enska blaðið The Telegraph.
Tað, sum samrøðan snýr seg um, er at UEFA er farið at kanna, hvørja ávirkan tað hevur á høvd og heila hjá børnum at skalla ein bólt. Úrslitið av kanningararbeiðinum verður greitt næsta ár.
Seinastu tíðina er økt uppmerksemi sett á høvuðsskaðar hjá fótbóltsspælarum, tí fleiri fyrrverandi fótbóltsspælarar hava havt trupulleikar av demens, tá teir eru blivnir eldri. Framherjin hjá enska landsliðnum, Alan Shearer, er millum teirra, sum hava latið seg kanna fyri at vita, um heilin kann hava fingið skaða.
Í USA hevur fótbóltssambandið longu sett forboð fyri børn undir 10 ár at skalla bóltin, meðan serligar reglur eru galdandi fyri børn millum 11 og 13 ár.
Nú er UEFA farið undir at kanna 15.000 fyrrverandi fótbóltsspælarar. Síðani skulu úrslitini samanberast við restina av fólkinum.
Sigast skal tó, at í tann mun slíkar kanningar áður eru gjørda, eru ongar, sum vísa nakað samband millum heilaskaða og at skalla bóltin.










