Nú kann hann skriva og fáa vitjan

Higartil hevur Peter Madsen havt vitjanar-og brævaeftirlit í fongslinum, men nú er hann ikki undir slíkum eftirliti meira.

Higartil hevur danin, Peter Madsen, sum er dømdur lívstíðardóm fyri drápið á svensku tíðindakvinnuna, Kim Wall, havt vitjanar-og brævaeftirlit, men nú er einki slíkt eftirlit í fongslinum meira.

 

Tað upplýsir verjin hjá drápsmanninum, Betina Hald Engmark.

 

Peter Madsen hevur gjørt av bara at skjóta longdina av fongslingini inn fyri hægri rætt, men hann hevur ikki kært skuldarspurningin.

 

Ein av orsøkunum til, at danin valdi ikki at kæra skuldarspurningin fyri hægri rætt, er sambært dømda sjálvum, at hann ikki orkaði ein túr gjøgnum “mylluna” aftrat.

 

Ein onnur orsøk er, sigur verjin, at hann nú sleppur undan at vera undir eftirliti í samband við vitjanir og brævasamskifti.

 

Við tað, at tað bara er longdin á dóminum, sum kært verður um, sleppur Peter Madsen undan slíkum eftirliti, meðan hann situr fongslaður.

 

- Men, málið snýr seg ikki um, at hann nú viðgongur at hava dripið Kim Wall. Tað ger hann framvegis ikki, sigur verjin, Betina Hald Engmark, við danskar miðlar í dag.