Í 15 ár tordi amerikanarin Richard Lee Norris ikki at fara út fyri dyr, uttan at hann hevði okkurt, sum fjaldi andlitið. Tí andlitið var ræðuligt á at líta orsakað av einari hending í 1997, tá ein byrsa gekk av og rakti hann í andlitið.
Í summar varð Richard lagdur undir skurð, og tá hann hevði ligið á skurðborðinum í 36 tímar, høvdu læknarnir givið honum nýggjan yvir- og undirmunn, nýggja nøs, tungu og tenn. Umleið 100 læknar, granskarar og onnur starvsfólk vóru knýtt at skurðviðgerðini, ið verður søgd at vera tann dýrasta av sínum slagi nakrantíð.
Í dag eru næstan fýra mánaðir síðani skurðviðgerðina, og tann 37 ára gamli Richard Lee Norris er fegin um úrslitið.
-Í dag møtti eg fólki, sum ikki hugdu at mær, sigur hann við blaðið Daily News.