Vegna eitt arbeiðsóhapp, sum kostaði eitt skallabrot, hevur nýggi áleyparin hjá Víkingi, Jón Krosslá Poulsen, ikki fingið sín fyrsta dyst fyri Víking enn.
Tað røkist tó fyri, at Jón, sum er roknaður at vera avloysari hjá Finni Justinussen, kann fáa debut í heimadystinum ímóti B68 nú sunnudagin.
28 ára gamli Jón Krosslá Poulsen hevur vant við fullari ferð síðstu tíðina, og tískil er góður møguleiki fyri, at hann nú verður at síggja í dysti aftur.
Eins og vanligt er, so eru øll liðtíðindi at lesa í Vikuskiftissosialinum. Har ber til at síggja hvørji lið mangla hvørjar spælarar hetta umfarið.











